Vit hava hervið lagt eina heimasíðu út, fyri at gera eina lýsing av okkara frítíðarítrivi.
JFN-MYNDIR.COM verður rikið av Johan F. Nystrøm.
Mín áhugi fyri myndatøku byrjaði í 1999. Tey seinastu árini havi eg bert nýtt talgild myndatól.
Mín lærdómur kemur av at hava lisið á netinum, og hópin av bøkrum so sjálvandi eisini av royndum.
Vit taka sum oftast myndir eftir ynskjum frá viðskiftafólkunum, og tí verður oftast byrjað við einum práti, um hvussu og hvar myndirnar skulu takast.
Vit hava góða útgerð til at taka góðar myndir við. Eisini hava vit eitt lítið myndastudio, har møguleiki er fyri at taka ymiskar innandura myndir.
Øll myndatøka er ein avbjóðing fyri okkum, so vit meta onga uppgávu ov stóra.
JFN-MYNDIR copyright © 2012 / Tlf. 374761 / johan@jfn-myndir.com